Tit eru hjartaliga vælkomin til hugnaliga sangløtu í Evangeliihúsinum sunnukvøldið 29. jan. 2012, kl. 19.00. Har verður bæði felagssangur og solosangur. Tey ið fara at luttaka eru Theodor Petersen, Jens Lisberg, Oddbjørg Poulsen og Rakul Petersen.

Eftir sangløtuna verður høvi at fáa eitt prát við fólk og ein drekkamunn. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

{ 0 viðmerkingar }

Tey seinastu árini hava skúlarnir í Havn lagt so til rættis at allir 7. flokkar hava kristni 2 teir fyrstu tímarnar týsmorgnar. Hesir tímar vera so partar av árinum nýttir hjá teimum, sum ganga til prest. Fyri trimum árum síðani spurdu vit í Evangeliihúsinum, um tey børn sum hava tilknýti til hvítusunnusamkomurnar í staðin kunnu koma til fyrireiking til ungdómssigning. Hetta var eingin trupulleiki, og verður nú fjórða árið á rað skipað fyri fyrireiking til ungdómssigning í Evangeliihúsinum.

Týsmorgunin 10. januar kl. 8 koma so ung, sum ganga í 7. flokki í Havn, til fyrireiking til ungdómssigning, og koma tey síðani hvønn týsmorgun fram til páskar. Tað er Dánial á Dul Jacobsen, ið stendur fyri hesi fyrireiking.

Hesi ungu verða so signaði á einum morgunmøti stutt undan páskum, og er hetta hvørja ferð ein sannur hátíðardagur, ikki bert hjá teimum ungu, men hjá allari samkomuni.

Av og á hava ung úr øðrum samkomum eisini tikið lut í hesi fyrireiking, og um tað er áhugi fyri hesum, ber tað til at seta seg í samband við Dánial á telefon 284088.

 

{ 0 viðmerkingar }

Myndir frá jólamøtinum:

{ 1 viðmerking }

Góða samkoma í Evangeliihúsinum

Nú farið er um heystjavndøgur, og dagarnir gerast alsamt styttri, er gott at vit ganga einari hugnaligari og fjálgari høgtíð á møti. Spakuliga og stillisliga er farið at stundað til jóla. Okkum rennur í hug orðini hjá Mariu moy á sinni: Eg eri tænastukvinna Harrans, mær verði, sum tú hevur sagt. Um hetta er hjartans [...]

Les meira

Kom syngi við um jólafrið

Seinastu jól spældi barnakórið ein jólasang inn. Trýst á gávuna og sangurin er tín! (høgraklikk og vel goym fyri at taka sangin niður)

Les meira

Kvinnuhugni er týskvøldið tann 15. novembur.

Týskvøldið tann 15. novembur, Kl. 20.00,  er kvinnuhugni í Evangeliihúsinum. Vit fara m.a. at hugna okkum við onkrum leskiligum og at hoyra sang. Hetta kvøldið fáa allar kristna kvinnublaðið “What Woman Want 2011“. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Les meira

Videoheilsan frá Cosmin og Monicu úr Runemia

Steve Dulwich var á vitjan í Rumenia í oktobur, og hevur upptikið eina videoheilsan frá Cosmin og Monicu til okkum í Evangeliihúsinum. Cosmin er leiðari av Rescue, sum ger missións- og hjálpararbeiði, m.a. er fongsulsmissiónin ein partur av hesum arbeiði. Í novembur fer Steve til Filippininar við einum holdið úr samkomuni Åben Kirke, Herning. Jens [...]

Les meira