EvH_gl_01_AÁEvH_050819 Hvítusunnu eru 30 ár liðin, síðan at samkoman í Evangeliihúsinum í Tórshavn fekk nýggjan bygning.

 

Húsið varð tikið í nýtslu 21. mai 1983. Í leiðsluni tá vóru Leivur Christiansen, fyristøðumaður, og Otto Holm, Ólavur Højgaard, Hjalti Skaale og Andrias Jacobsen elstar. Norðmaðurin T.B. Barrat grundlegði Hvítusunnurørsluna í Norðurlondum. Í 1923 kom hann til Føroya. Í byrjaninni savnaðust fólk í heimunum, men í 1947 fekk samkoman hús í Tróndargøtu 36 í Tórshavn, har salurin var tikin í nýtslu í november 1949. Samkoman var sett á stovn tann 20. februar í 1950.

Tey eru mong, sum hava og hava havt gleði av samkomuhúsinum, har boðskapurin um Jesus hevur verið boðaður. Samkoman hevur verið og er vælsignað við nógvum góðum sangkreftum, og hevur sangur og tónleikur altíð verið ein partur av møtunum, sum hava verið og eru hvønn sunnumorgun.

Hátíðarhald:

Í samkomuni eru nógvar ungar familjur og eru eisini nógv børn og ung. Tí verður leygardagurin 18. mai ein stórur familjudagur, har byrjað verður við morgunmati klokkan 9 og síðan verða bíbliutímar, aktivitetir, hugni og annað fyri allar aldursbólkar og endar dagurin við lovsangsløtu/ungdómsmøti kl. 19 við drekkamunni aftaná.

Sunnudagin 1. hvítusunnudag 19.mai kl. 11 familju- og morgunmøti

{ 0 viðmerkingar }

Sunnudagin 5 mai kl.11.00 – Morgunmøti við sunnudagsskúla. Niclas Thomsen leiður, Eyðun Miðberg talar.
Mánadagin 6 mai kl. 20.00 – Bønarmøti, Henrik Mellemgaard leiður

Sunnudagin 12 mai kl.11.00 – Morgunmøti við sunnudagsskúla. Herleif Johannesen leiður, Henrik Mellemgaard talar.
Mánadagin 13 mai kl. 20.00 – Bønarmøti Niclas Thomsen leiður.

Morgunbøn í viku 20 mánadag til fríggjadag ca. kl. 6.00 – 8.30.

Leygardagin 18 mai – Familjudagur frá kl 9. Lovsongsløta/ungdómsmøti er kl. 19.00. Hugnaløta er aftaná.
1. Hvítusunnudag 19 mai kl. 11.00 – Morgunmøti. Eyðun Miðberg leiður – Theodor P. Talar, Dánial á Dul breiðbróting. Bygningurin 30 ár - hátíðarhald

Sunnudagin 26 mai kl.11.00 – Morgunmøti við sunnudagsskúla. Hans Tausen leiður og Sveinbjørn Jakobsen talar.
Mánadagin 27 mai kl. 20.00 – Bønarmøti, John Fonsdal leiður.

Hjartaliga vælkomin

{ 0 viðmerkingar }

Sunnudagsskúlin í EvangeliihúsinumHer kanst tú lesa um sunnudagsskúlan í Evangeliihúsinum á heimasíðuni hjá norsku sunnudagsskúlunum.

{ 0 viðmerkingar }

Felagskirkjulig gudstænasta 3. páskadag.

Øll eru hjartaliga vælkomin til árligu felags guðstænastuna 3. páskadag, sum í ár verður hildin í Evangeliihúsinum tann 2. apríl kl. 19.30.

Les meira

Rulla páskaregg 2013

Sí myndir frá tá páskareggini vórðu rullaði:

Les meira

Mála páskaregg 2. páskadag 2013

Sí myndir frá hugnaløtu í Evangeliihúsinum annan páskamorgun, har børn og vaksin málaðu egg:

Les meira

Kvinnumøti við Inge-Lise Lollike er mikukvøldið 6 februar

Mikukvøldið 6. februar kl 20 er kvinnumøti í Evangeliihúsinum við vitjan av Inge-Lise Lollike, sum er formaður fyri danska kvinnubønardagin. Drekka er aftaná møtið. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Les meira